NATO tilreiðar at senda út stóra herdeild at verja landamørkini

bannari
NATO tilreiðar at senda út stóra herdeild at verja landamørkini
Deildin skal hava støð har eysturi, og hon skal vera før fyri at steðga einum heri, sum ger innrás, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato í samrøðu við Sunday Telegraph
 
10.04.2022 - 15:52

Nato ger í løtuni grundleggjandi umskipanir, sum upp á longri sikt skulu svara aftur innrásini hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin.

- Sama nær og hvussu kríggið í Ukraina endar, hevur kríggið longu fingið langtíðar avleiðingar fyri okkara trygd. Nato má tillaga seg til nýggja veruleikan, og tað ger vit, sigur Stoltenberg.

- Vit mugu tryggja, at vit í eini vandamiklari verð eru før fyri at verja øll sameind í Nato, sigur Stoltenberg.

Tað merkir, at limalondini í Nato skulu játta fleiri pengar til verjumál. 

Týskland hevur lovað at brúka tvey prosent av bruttutjóðarúttøkuni til verju, og ikki 1,5 prosent, sum tað er í dag.

- Vid støddini, sum búskapurin í Týsklandi hevur, fer hetta veruliga at gera mun, - eisini fyri, hvussu nógvan pening Nato brúkar til verju, sigur Stoltenberg í samrøðu við Sunday Telegraph.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439