Ófriður í fleiri svenskum býum

Ófriður í fleiri svenskum býum
Vitjanin hjá danska politikaranum Rasmus Paludan hevur elvt til samanbrestir millum løgregluna og mótmælisfólk
Ein løgreglumaður frammanfyri ein buss, sum mótmælisfólk hava sett eld á. Mynd: Johan Nilsson/AFP/Ritzau Scanpix
Mynd: Johan Nilsson/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.04.2022 - 11:09

Hósdagin byrjaði danin Rasmus Paludan at brenna koranir í Svøríki, og tað hevur elvt til ófrið í fleiri svenskum býum.

Í gjár avlýsti svenska løgreglan annars eitt ætlað mótmæli hjá Paludan í Landskrona, tí svensku myndugleikarnir vildu vera fyri uttan ófriðin, sum hevur verið í øðrum svenskum býum. 

Í Malmø byrjaði ófriðurin av álvara, tá ein bilur koyrdi inn í forðingarnar hjá løgregluni. Her varð bilførarin handtikin og skuldsettur fyri drápsroynd.

Sambært svenska kringvarpinum var løgreglan álopin við bensinbumbum, steinum og fýrverki í býarpartinum, Rosengård, í Malmø.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Hósdag 16. juli
HM-tíðindi 16. juli 2026
211017
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815