G7-londini stuðla Ukraina við 165 mia. kr.

bannari
G7-londini stuðla Ukraina við 165 mia. kr.
Hjálpin skal latast bæði nú kríggið er, og eisini eftir at kríggið hasar av, skrivar Reuters
G7-londini vilja lata Ukraina fíggjarligan stuðul
Mynd: Shutterstock.com  
 
21.04.2022 - 12:26

Á fundi millum fíggjarmálaráðharrarnar í G7-londunum í gjár, samdust londini um at stuðla Ukraina við 165 milliardum kr., skrivar Reuters.

G7-londini eru sjey av londunum í heiminum, sum eru best fyri fíggjarliga. Tey eru: USA, Kanada, Italia, Frakland, Týskland, Bretland og Japan.

Semjan hevur við sær, at eisini onnur lond eru við til at játta tær 165 mia. kr., og hjálpin skal latast bæði nú kríggið er, og eisini eftir at kríggið hasar av.

Sambært Reuters siga fíggjarmálaráðharrarnir eisini, at londini eru sinnað at hækka upphæddina til Ukraina, um tørvur er á tí.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860