Vilja hava yvirlit yvir arbeiðið við H-bygninginum

Vilja hava yvirlit yvir arbeiðið við H-bygninginum
Jørgen Niclasen, Ruth Vang og Erhard Joensen halda, at H-bygningurin líkist eini nýggjari byggigølu
Jørgen Niclasen, Erhard Joensen og Ruth Vang vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.04.2022 - 11:49

Nú eigur politiska skipanin at steðga á og fáa fult yvirlit yvir arbeiðið við H-bygninginum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Í mars bað landsstýrið um 51 milliónir krónur afturat til byggiverkætlanina.

Men í vikuni bað landsstýrismaðurin í heilsumálum um 67 milliónir krónur til sama arbeiðið, tí tørvurin er størri enn upprunaliga hildið.

Hetta er bara enn ein eykarokning í røðini, og nú vil Jørgen Niclasen hava politisku skipanina at steðga á:

 

1524422

 

Eykarokningin fyri kjallaran og lyftina í goymslutorninum er ikki alt, sum kom undan kavi um H-bygningin í gjár.

Í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið undraðist stjórin í Húsavarðatænastuni á, hvussu arbeiðið at byggja  H-bygningin á Landssjúkrahúsinum verður lagt til rættis.

Ruth Vang er í fíggjarnevndini, sum hevur fingið umbønina um eykajáttan á sítt borð.

Hon heldur, at fleiri spurningar skulu svarast:

 

1524428

 

H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum er aftur komin á Breddan. Enn einaferð skal meiri peningur játtast til byggingina.

 

Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at tey fara fyrst og fremst at tosa við Landsverk um støðuna:

 

1524427

 

Erhard Joensen, Ruth Vang og Jørgen Niclasen skiftu orð um støðuna við H-bygninginum í Breddanum í morgun.

Allur Breddin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203