Flyta aftur fólk úr Mariupol

bannari
Flyta aftur fólk úr Mariupol
Ukrainski forsetin sigur, at ein vápnahvíld var gjørd, men russar hava ikki hildið avtaluna
Tíðindi í morgun siga, at russar eru aftur farnir at bumba stálverkið í Mariupol.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.05.2022 - 09:58

156 sivilfólk sluppu í gjár úr stálverkinum í Mariupol, og ætlanin er at flyta fleiri úr økinum í dag, um umstøðurnar loyva tí.

Tað skrivar ukrainski varaforsætisráðharrin, Iryna Vereshcuk, á Facebook.

Eftir ætlan skuldu bussar fara at flyta fólk úr stálverkinum klokkan seks okkara tíð í morgun. Samstundir er ætlanin at flyta fóilk úr øðrum pørtum av Mariupol.

Ukrainski forsetin, Zelenskyj, segði tað sama, tá hann helt røðu fyri fólkinum í gjárkvøldið.

 

Vápnahvíld ikki hildin

Hann segði, at ein vápnahvíld var gjørd, sum skuldi vara í tríggjar dagar, men russar hava ikki hildið avtaluna.

Í morgun siga tíðindi, at russar aftur eru farnir undir at royna at taka stálverkið, og at bumbað verður við flogførum, og rakettir verða skotnar eftir stálverkinum.

Í gjárkvøldið vóru rakettir skotnar inn í býin, Lviv. Tað hevði við sær, at ljósið fór í pørtum av býnum, og fleiri jarnbreytarstøðir fingu skaða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541