Løgtingið samtykt heimildarlógina um tiltøk móti Russlandi

Løgtingið samtykt heimildarlógina um tiltøk móti Russlandi
Broytingaruppskotið frá samgonguni í Uttanlandsnevndini fekk 13 atkvður, og 11 vóru ímóti
Jenis av Rana, landsstýrismaður, fær heimild at seta tiltøk í verk móti Russlandi, men hann noyðast at fara í tingið við serlóg, um tiltøk skulu setast í verk, ið hava við fiskiveiðiavtaluna at gera.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.05.2022 - 16:09

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, fær avmarkaðar heimildir at seta tiltøk í verk móti Russlandi.

Og skulu tiltøk setast í verk, sum raka eitt nú fiskiveiðisamstarvið við Russland, skal ein serstøk løgtingslóg samtykkjast um tað.

Tað hevur løgtingið samtykt seinnapartin.

Broytingaruppskotið frá samgonguflokkunum í uttanlandsnevndini var samtykt við 13 atkvøðum fyri og 11 ímóti, men tá lógin soleiðis broytt var sett undir atkvøðugreiðslu, atkvøddu øll 24 tingfólkini, sum vóru í tingsalinum, fyri.

Lógin skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat.

Orðaskiftið við aðru viðgerð var stundum hvast.

Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, segði,  andstøðan hevur misnýtt kríggið í Ukraina til egnan vinning:

15255

Hvast orðaskifti var millum Christian Andreasen og Høgna Hoydal í tinginum um revsitiltøkini móti Russlandi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329