Joe & The Shitboys skulu spæla á Roskilde Festivalinum

Joe & The Shitboys skulu spæla á Roskilde Festivalinum
Roskilde Festivalurin kunngjørdi í dag, at føroysku Joe & The Shitboys eru millum nøvnini, ið skulu spæla á ársins festivali
Joe & The Shitboys eru millum nýggjastu nøvnini á Roskilde-plakatini
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2022 - 18:09

Tá Roskilde festivalurin í ár hátíðarhaldur sín 50 ára stovningardag, so verður tað við tveimum føroyskum nøvnum á plakatini. 

Í dag kunngjørdi Rodkilde festivalurin nevniliga, at føroysku punkrokkararnir Joe & The Shit Boys eisini skulu spæla á Roskilde festivalinum í ár. 

Sostatt eru tvey føroysk nøvn við á Roskilde Festivalinum, tí tað hevur verið greitt leingið, at Brimheim eisini skal spæla. 

Fríði Djurhuus er oddamaður í Joe and the Shitboys, og hann heldur, at teirra luttøka á Roskilde festivalinum er ein sigur fyri føroyskan tónleik. 

INNSLAG_Shitboys

Joe and the Shitboys er í løtuni í Ipswich í Onglandi, har bólkurin í kvøld skal spæla konsert sum liður í einari konsertferð, har bólkurin millum annað hevur spælt á Spot Festivalinum í Aarhus. 

Roskilde Festivalurin er í døgunum 26. juni til 2. juli. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329