Tveir venjingardystir í summar

Tveir venjingardystir í summar
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir á heimavølli í summar ímóti Andorra. Dystirnir eru fyrireiking til undankappingardystir í heyst
Føroyar skulu spæla tvær ferðir ímóti Andorra í summar
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
17.05.2022 - 14:51

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir ímóti Andorra í summar.

Dystirnir verða spældir 25. og 28 juni; tann fyrri við Djúpumýru í Klaksvík og tann seinni á Tórsvølli í Havn.

 - Vit gleða okkum altíð at umboða Føroyar, og hesa ferð fara vit so eisini at royna nakað nýtt við at spæla annan dystin í Klaksvík, sigur Birita Ryan við heimasíðuna hjá FSF.

 - Vit vóna sjálvandi at fáa góðan stuðul av áskoðaraplássunum í báðum dystunum, har vit vilja vísa okkum frá okkara bestu síðu, sigur landsliðsmiðverjin.

Dystirnir eru liður í fyrireiking til HM-undankappingardystirnar ímóti Ukreina og Skotlandi, sum verða spældir í september.

Mótstøðuliðið Andorra hevur higartil ikki tikið lut í undankappingum til EM og HM, men liðið hevur harafturímóti spælt vinardystir móti øðrum londum í somu støðu. Eitt nú vann Andorra eins og Føroyar ein vinardyst móti Gibraltar í februar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542