Danir atkvøða um ES-fyrivarni í hernaðarmálum

Danir atkvøða um ES-fyrivarni í hernaðarmálum
Nýggjastu kanningarnar vísa, at stórur meiriluti er fyri at sleppa fyrivarninum, men nógv ivast
Valhølini í Danmark lótu upp í morgun klokkan sjey, og tey lata aftur í kvøld klokkan sjey.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.06.2022 - 08:35

Í dag skulu fólk í Danmark taka støðu til, um Danmark skal sleppa fyrivarninum, sum landið hevur havt mótvegis ES, tá talan er um hernaðarmál.

Stjórnin tók avgerð um at skipa fólkaatkvøðu, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Nýggjasta kanningin, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2, vísir, at ein stórur meiriluti av danska fólkinum er fyri at sleppa fyrivarninum.

Eftir kanningini siga 65,3 ja til at sleppa fyrivarninum, og 34,7 prosent siga nei.

Men fólk eru eisini í iva, tí 19 prosent siga seg ikki hava tikið støðu til spurningin.

Kanningin hjá Megafon var gjørd í gjár og í fyrradagin, og yvir 2.000 fólk vóru spurd.

 

Trygd og verja

Fólk skulu taka støðu til, um Danmark skal gerast ein partur av samstarvinum um trygd og verju í Europa.

Fólk hava leingi verið í iva um fólkaatkvøðuna. Fyrst í mai søgdu 35 prosent seg vera í iva, men tann parturin er minkaður spakuliga, og er nú 19 prosent.

Spurningnurin er, hvussu stóran áhuga fólk hava fyri fólkaatkvøðuni, tí tað kann vera avgerandi fyri úrslitið, siga valserfrøðingar.

 

 

Tá fólkaatkvøða var um rættarfyrivarnið í 2015, atkvøddu 72 prosent, og á fólkatingsvalinum í 2019 atkvøddu 85 prosent av donsku veljarunum, skrivar TV2

Eitt av ivamálunum hevur verið, um ES kann senda donsk herfólk til onnur lond í kreppustøðu.

Tann spurningin er eingin ivi um, tí bert fólkatingið kann, sambært grundlógini, senda herfólk til onnur lond, skrivar TV2.

 

Ávirkar ikki Føroyar

Fólkaatkvøðan í Danmark í dag ávirkar ikki Føroyar, tí Føroyar eru ikki í ES.

Men vísir tað seg, at ítøkilig ES-tiltøk hava serligan týdning fyri Føroyar, fer danska stjórnin sambært galdandi venju at seta seg í sambandi við landsstýrið, segði Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi um hetta í mars.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. januar
Morgunlesturin týsdagur 14. januar 2025
186261
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 13.partur (13:16)
186254
Mánadag 13. januar
Dreymsótt 12.partur (12:16)
186253
Mánadag 13. januar
Húsbóndin í gulu húsunum
186239
Mánadag 13. januar
Orðaval #8 - jól og veður
186210
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190