Fogh væntar ikki at Trump ger álvara av hóttanini um Grønland

Fogh væntar ikki at Trump ger álvara av hóttanini um Grønland
Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri í Danmark og fyrrvetandi Nato-aðalskrivari
Mynd: ScandAsia  
 
13.01.2025 - 09:03

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sum eisini hevur verið aðalskrivari í Nato, heldur ikki, at Donald Trump fer at gera álvara av sínum ætlanum um Grønland.

Komandi amerikanski forsetin var herfyri spurdur, um hann ætlaði at brúka hermegi fyri at tryggja USA valdið í Grønlandi, og hesum vísti hann ikki aftur. 

Trump hótti eisini við búskaparligum tiltøkum móti Danmark.

CNN hevur gjørt samrøðu við Anders Fogh Rasmussen, men hann tekur ikki hóttaninar í álvara. 

 

Fer ikki at henda

- Eg haldi ikki, at tað, sum Donald Trump hevur sagt seg hava ætlanir um, fer at henda, sigur hann.

Fogh var danskur forsætisráðharri frá 2001 til 2009 og Nato-aðalskrivari frá 2009 til 2014.

Hann viðgongur, at Grønland hevur stóran strategiskan týdning og sigur, at bæði Danmark og Grønland eru opin fyri størri hernaðarligari amerikanskari hjáveru í Grønlandi.

 

Avbjóðingar við Kina

Anders Fogh er eisini ovfarin um, at Trump valdi Grønland sum fyrsta mál hjá sær.

- Eg haldi, at hann bleiv valdur, tí amerikanska fólkið helt, at hann var rætti leiðarin til at loysa avbjóðingarnar við Kina, sigur Fogh.

Hann gevur eisini Trump herðaklapp.

Fogh sær "harða retorikkin" hjá Trump, tá hann var forseti frá 2016 til 2020, sum orsøkina til, at nógv fleiri limalond í NATO nú brúka tvey prosent av BTÚ til verjuútreiðslur.

 

Ikki til sølu

Danski forsætisráðharrin Mette Frederiksen hevur sagt, at grønlendingar skulu avgera framtíðina hjá Grønlandi; og formaðurin í grønlendska landstinginum, Múte B. Egede, hevur staðfest, at Grønland er ikki til sølu.

Um grønlendingar samtykkja at gerast sjálvstøðugir seinni, heldur Fogh, at Danmark í samstarvi við USA fer at hava ábyrgdina av trygdini hjá Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Gunnar Thomsen um Psycho Train
201237
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Manuel Munoz um London Sessions
201235
Hósdag 18. desember
RagnarRokk: Andreas Forslund um Casino
201233
Hósdag 18. desember
Kvørnin:"Stev", maður:glotti
201721
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604