Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús

Sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús
Á nýggjárinum er ætlanin at skipa eina nýggja heilsugranskingareind, so føroyska heilsugranskingin verður savnað á einum staði
At skipa eina granskingareind undir Sjúkrahúsverkinum er í samsvari við ætlanina um Fólkaheilsustýrið í Føroyum.
 
07.06.2022 - 08:42

Kannast skal, um føroyska sjúkrahúsverkið kann gerast eitt universitetssjúkrahús.

Eitt universitetssjúkrahús hevur umframt sjúklingaviðgerð gransking og útbúgving. 

Útbúgvingin er fyri heilsustarvsfólk, eitt nú læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Eitt universitetssjúkrahús hevur eisini ta fakligu viðurkenning, sum krevst so starvsfólk og granskarar kunnu vinna sær akademisk heiti við sínum virksemi har.

 

Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.

 

25 granskarar

Á nýggjárinum er ætlanin at skipa eina nýggja heilsugranskingareind, so føroyska heilsugranskingin verður savnað á einum staði, og grundarlagið undir henni verður munandi styrkt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Í granskingareindini verður pláss fyri 25 granskarum.

At skipa eina granskingareind undir Sjúkrahúsverkinum er í samsvari við ætlanina um Fólkaheilsustýrið í Føroyum.

Landsstýrismaðurin hevur fingið eitt tilmæli um, hvussu heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum verður skipað.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952