- Tíðindi, mentan og ítróttur
Granskarar: Stórur vandi fyri at kjarnorkuvápn verða nýtt
Altjóða vápnagoymslurnar fara næstu árini væntandi at vaksa fyri fyrstu ferð síðani kalda kríggið.
Samstundis er vandin fyri, at kjarnorkuvápn kunnu verða brúkt, tann størsti í fleiri áratíggju.
Tað er niðurstøðan hjá friðargranskingarstovninum, SIPRI, í eini nýggjari frágreiðing, sum stovnurin hevur sent út í nátt.
SIPRI er ein óheftur lærdómsstovnur, sum granskar í ósemjum, vápnahandli og avdubbing.
Fyrrverandi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, er stýrisformaður í SIPRI.
Spenningurin vaksin síðani russisku innrásina
Sambært SIPRI, er spenningurin millum tey níggju londini, sum hava kjarnorkuvápn, vaksin, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina.
- Viðurskiftini millum heimsins stórveldi eru versnað í eini tíð, har heimurin hevur aðrar avbjóðingar, sigur Stefan Löfven, stýrisformaður í SIPRI, og fyrrverandi forsætisráðharri í Svøríki.
Tey níggju londini, sum hava kjarnorkuvápn, eru USA, Kina, Bretland, Frakland, Russland, India, Ísrael, Norðurkorea og Pakistan.
Talið á kjarnorkuvápnum í heiminum minkaði eitt sindur frá januar 2021 til januar 2022. Um kjarnorkuveldini ikki gera okkurt beinanvegin, kunnu goymslurnar vaksa fyri fyrstu ferð í áratíggju, er niðurstøðan hjá SIPRI.
Ófrættakendar avleiðingar
Tríggjar dagar eftir. at Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar, segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at tað fór at fáa ófrættakendar avleiðingar fyri londini, ið løgdu seg út við Russland.
Russland hevur størstu vápnagoymsluna í heiminum við tilsamans 5.977 spreingihøvdum, sum er umleið 550 fleiri, enn USA hevur á goymslu.
Tey bæði londini eiga meira enn 90 prosent av øllum atomspreingihøvdum í heiminum, tó at Kina í løtuni er í ferð við at útbyggja sínar goymslur, sigur friðargranskingarstovnurin, SIPRI.