Orkustovnur: Oljuprísurin verður støðugur restina av árinum

Orkustovnur: Oljuprísurin verður støðugur restina av árinum
IEA væntar kortini, at støðan kann broytast, tá tiltøkini móti Russland hava fingið fullan virknað, samstundis sum eftirspurningurin úr Kina fer at vaksa
ES-londini ætla at gevast heilt at keypa olju úr Russlandi í hesum árinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
17.06.2022 - 08:53

Altjóða orkustovnunin, IEA, metir, at oljuprísurin fer at vera støðugur, tað sum eftir er av árinum.

Orsøkin er, at seinastu sjey fjórðingsárini er oljan á goymslu minkað, men nú tykist eftirspurningurin at minka, og tað fer at hava við sær, at oljugoymslurnar fara at fyllast aftur. Og tað fer so aftur at hava við sær, at prísurin helst ikki fer at hækka so nógv, tað sum eftir er av árinum.

Men IEA metir samstundis, at støðan bert verður støðug eitt skifti, tí tá tiltøkini ímóti Russlandi hava fingið fullan virknað seinast í árinum, og tá tað samstundis verður ronað við, at eftirspurningurin úr Kina eftir olju fer at vaksa, so verður ov lítið av olju á marknaðinum.

Altjóða  orkustovnurin sigur seg rokna við, at sølan av olju í ár verður 99,4 milliónir tunnur um dagin. Næsta ár roknar stovnurin við, at eftirspurningurin verður 101,6 milliónir tunnur um dagin, umleið tvær milliónir tunnur størri enn í ár.

 

Lata brunnar aftur

Tá ES-londini mestsum gevast at keypa russiska olju, eftir ætlan um ársskiftið, kann Russland vera noytt at lata brunnar aftur. Og tá onnur lond, sum kanska kundu selt meira olju, koma í trupulleikar av at goyma oljuna, kunnu nýggir trupulleikar stinga seg upp.

M.a. kann tað hava við sær, at lond sum Saudiarabia og onnur oljulond, ikki klára at selja nóg mikið av olju.

Tað kann so aftur hava við sær, at prísurin á olju fer at hækka uppaftur meira.

Í løtuni verður ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 121 dollarar, og talan er um eina príshækking upp á meir enn eina helvt í ár, skrivar Dagens Næringsliv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Sunnudag 12. juli
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
210824
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815