1873 tilburðir av ebola í Kongo

1873 tilburðir av ebola í Kongo
672 fólk eru deyð av smittuni
Myndugleikarnir í Demokratiska lýðveldinum Kongo siga, at 672 fólk eru deyð av ebola, og smittan breiðir seg skjótt.
Mynd: Jospin Mwisha/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2026 - 10:42

Demokratiska lýðveldið Kongo sigur, at talið á staðfestum ebolatilburðum í landinum er vaksið upp í 1873.

Sambært myndugleikunum, eru 672 fólk deyð av smittuni. 

Tølini vórðu kunngjørd seint í gjárkvøldið, skrivar tíðindastovan Reuters.

30 til 50 prosent av teimum, sum fáa ebola, sum stavar frá Bundibugyo-virusfrábrigdinum, doyggja, og eingin góðkend koppseting ella viðgerð er fyri hetta frábrigdið.

Fyrstu ebolatilburðirnir í Kongo vóru staðfestir fyri minni enn tveimum mánaðum síðani, men smittan kann hava breitt seg í eina tíð, áðrenn fyrstu tilburðirnir vórðu skrásettir.

Sambært myndugleikunum eru nú tilburðir skrásettir í tveimum landspørtum aftrat, Haut-Uele og Tshopo, í ávikavist útnyrðingspartinum og har norðuri í landinum.

- Hetta er skjótast vaksandi ebola-útbrotið nakrantíð, ikki bara í sambandi við Bundibugyo-frábrigdið, men av øllum teimum ymisku virusunum, sum elva til ebola, segði Wessam Mankoula, leiðari fyri neyðtilbúgving á Afrikanska fólkaheilsustovninum í farnu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572