Hava kannað plantuverjuevni í frukt og grønmeti

Hava kannað plantuverjuevni í frukt og grønmeti
18 vørur vóru kannaðar, og allar nøgdir vóru undir markvirði
Samanumtikið vóru allar vørur í lagi og í samsvari við galdandi ES-reglur, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Mynd: Savnsmynd  
 
21.06.2022 - 08:42

Einki bendir á, at ov stórar mongdir av plantuverjuevnum, pesticidum, eru í grønmeti og frukt, sum fæst til keyps í Føroyum. 

Í sambandi við eitt átak hjá matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í fjør, vóru 18 vørur kannaðar fyri plantuverjuevni, níggju føroyskar og níggju útlendskt framleiddar vørur. 

Føroysku vørurnar komu frá seks ymiskum framleiðarum í Føroyum, og útlendsku vørurnar vóru keyptar í trimum ymiskum matvøruhandlum í Havn.

Allar vørur vóru kannaðar fyri 741 ymisk plantuverjuevni. 

Av teimum 18 kannaðu matvørunum vóru leivdir av plantuverjurevnum ávístar í fimm matvørum.  Allar nøgdir vóru tó undir markvirði. 

 

 

Einki í vistfrøðiligum vørum

Vørurnar við leivdum av plantuverjuevnum vóru útlendskar appilsinir, klementinir og eplir og eisini tvey sýni av føroyskum kálrabirótum.

Leivdir av plantuverjuevnum vóru ikki ávístar í vistfrøðiligum vørum. 

Samanumtikið vóru allar vørur í lagi og í samsvari við galdandi ES-reglur. 

Hetta er fyrstu ferð, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað frukt og grønmeti fyri leivdir av plantuverjuevnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711