Bústaðir byggja leiguíbúðir í Hvalba

Bústaðir byggja leiguíbúðir í Hvalba
Bústaðir hava keypt trý grundstykki vestan fyri bygdina
Janus Thomsen, borgarstjóri, og Andras Róin, stjóri í Bústøðum.
Mynd: Hvalbiar kommuna.  
 
22.06.2022 - 18:00

Bústaðir skulu byggja seks leiguíbúðir í Hvalba. 

Tað skrivar kommunan á heimasíðuni, eftir at hava undirskrivað avtalu við Bústaðir um keyp av grundøki í bygdini. 

Bústaðir keypir trý grundstykki frá kommununi vestan fyri bygdina, sum eru tilsamans 2.262 fermetrar til støddar. 

Eingin tíðarfreist er sett fyri nær verkætlanin skal byrja ella vera liðug, men nú verður arbeitt víðari við fyrireikingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844
Leygardag 19. juli
Video: 10 Mannafør á Vestanstevnu 2025
194738