Russland sent rakettir inn í ukrainska høvuðsstaðin

bannari
Russland sent rakettir inn í ukrainska høvuðsstaðin
Hetta er fyrsta stóra álopið á Kyiv síðani 5 juni. Íbúðarhús rakt
Eitt avgerandi vegamót nærkast, sigur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj.
 
26.06.2022 - 10:07

Russland hevur skotið fleiri rakettir inn í ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í nátt.

Hetta er fyrsta stóra luftálopið á Kyiv síðani 5. juni, skrivar The Guardian.

Í øllum førum tveir íbúðarblokkar vóru raktir, og eldur festi í ein teirra.

Borgarstjórin í Kyiv, Vitali Klitschko sigur, at bjarginarlið eru í gongd við at sløkkja eldin og at hjálpa íbúgvunum út, men at fleiri fólk framvegis eru fangað undir teimum partvís niðurrapaðu bygningunum.

Royna at ræða

Borgarstjórin segði eisini í morgun, at álopið var ein roynd at ræða Ukraina áðrenn leiðararnir í G7 londunum hittast til toppfund í Týsklandi í dag, har nýggj revsitiltøk móti Russlandi millum annað eru á skrá.

Luftálopið kom bert fáar tímar eftir, at Zelensky forseti enn einaferð hevði heitt á londini, sum stuðla ukraina, um veita teimum betri luftverjuskipanir. Hetta gjørdi hann í síni regluligu kvøldartalu.

Í taluni vissaði Zelensky eisini um, Ukraina fer at vinna øll øki og býir aftur, sum Russlandi nú hevur tikið ræði á.

Avgerandi vegamót 

Men forsetin segði eisini, at kríggi nú er komið til eitt stig, sum er kensluliga og moralskt torført, tí hann ávaraði um, at hann ikki visti hvussu nógv tap Ukraina fer  at líða aftrat, áðrenn endaliga sigurin.

Hetta segði hann í kjalarvørrinum av, at ukrainsku herdeildirnar í gjár tóku seg aftur úr eysturukrainska býnum Sjeverodonetsk eftir at harðir bardagar hava verið í býnum í ein mánað. 

Ukrainskir myndugleikar søgdu í gjár, at teir gjørdu av at taka herdeildirnar úr býnum fyri at bjarga lívum, og at tað ikki longur var gjørligt at verja býin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688