Aftur loyvt at fleyga lunda í Skúvoy

Aftur loyvt at fleyga lunda í Skúvoy
Á grannastevnu herfyri avgjørdu skúvoyingar, at friðingin av lundanum í oynni skal avtakast - í øllum førum lutvíst.
 
28.06.2022 - 11:52

Nú verður aftur loyvt at fleyga eitt avmarkað tal av lunda í Skúvoy, har veiðan annars hevur verið bannað í 15 ár. Hetta var avgjørt á grannastevnuni, sum var í Skúvoy um vikuskiftið. 

Ongar teljingar fyriliggja, men meira lundi er at síggja nú enn seinastu árini, sigur Harry Jensen, sum er bygdaráðslimur í Skúvoyar kommunu.

- Tá eingin lundi var, so kundu vit tað sama hava hann friðaðan. Men nú er stovnurin í framgongd. Tað er nokk serliga tað yngra ættarliðið, sum næstan ikki hevur roynt at fleyga lunda, sum er serliga áhugað at sleppa framat, sigur hann.

Loyvi við avmarkingum

Tað var semja millum skúvingar at friðingin partvíst skuldi avtakast. Men hendan semjan var eisini treytað av avmarkingunum á lundaveiðuni. 

- Fyrr kundi man fleyga frá 2. juni og so leingi, sum lundin var, og tað kundi verið heilt út í august mánaða. Nú eru rættiliga nógvar avmarkingar á, sigur Harry Jensen. 

Loyvt er at fleyga lunda í einum 14-daga tíðarskeiði, og harumframt hevur hvør matrikkul loyvi til at fleyga í mesta lagi 50 lundar. Eigur ein persónur fleiri matriklar, tá er kortini einans loyvt at fleyga 50 lundar. 

Galdandi næstu trý árini

Treytirnar eru galdandi í trý ár, tá friðingin verður endurskoðað, sigur Harry Jensen. 

Tað eru einans fólk, ið eru búsett í Skúvoy, og jarðeigarar í Skúvoy, sum fáa slík loyvi. 

Á grannastevnuni var eisini samtykt at taka færri lírar enn higartil. Grannastevnan er almenn, men atkvøðurætt hava tey, sum eiga jørð í oynni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666