USA ræðir Russland við øktari hermegi í Evropa

USA ræðir Russland við øktari hermegi í Evropa
Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur, at USA fer at økja um hermegina í Evropa
Amerikanski forsetin, Joe Biden á NATO-toppfundi í Madrid
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
29.06.2022 - 16:43

USA fer nú at økja um hermegina í Evropa. Tað sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, ið tekur lut á NATO-toppfundinum í Madrid í hesum døgum.

Tað hendir eftir hóttanir frá Russlandi eftir innrásina í Ukraina, sigur Biden, sambært Ritzau og AFP.

USA fer senda tvey herskip afturat til Spania og tvey F-35-stríðsflogfør afturat til Stóra Bretlands.

Harumframt fer amerikanski herurin at lata uppaftur eina høvuðsskrivstovu í Póllandi og senda fleiri hermenn til Rumenia.

Afturat hesum verður loftverjan eisini styrkt í Týsklandi og Italia.

Tað er umráðandi at økja um hermegina fyri at leggja dent á, at týdningurin hjá NATO er meira umráðandi enn nakrantíð, heldur Biden.

USA hevur økt talið á hermonnum í Evropa úr 80.000 upp í 100.000 síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672