Ukraina: Kanna 21.000 mál sum krígsbrotsverk

bannari
Ukraina: Kanna 21.000 mál sum krígsbrotsverk
Fleiri enn 21.000 mál vera í løtuni kannað, tí sambært myndugleikunum í Ukraina, er talan um krígsbrotsverk.
 
08.07.2022 - 13:28

Myndugleikarnir í Ukraina kanna í løtuni meira enn 21.000 mál, sum landið sigur vera krígsbrotsverk.

Tað sigur ríkisadvokaturin í Ukraina, Iryna Vene-dik-tova, sambært BBC, ið Ritzau endurgevur.

Hon sigur sambært BBC, at tað hvønn dag koma fráboðanir um 200 - 300 nýggj mál.

Brotsverkini eru sambært Venediktova trupul at granska, tí ringt er at koma til økini og fólkini.

Hon leggur áherðslu á, at russiskir hermenn, ið hava dripið, pínt ella neyðtikið fólk, skjótt verða drignir til svars.

Russland er ákært fyri eina røð av krígsbrotsverkum, síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februar, men hevur higartil víst øllum ákærunum aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541