Ljósleiðarar í hvørt hús á Tvøroyri

Ljósleiðarar í hvørt hús á Tvøroyri
Neyðugt er at leggja ljósleiðarar í hvørt hús á Tvøroyri, so býurin kann mennast við tíðarhóskandi og skjótari internetsambandi, sigur kommunan.
 
14.07.2022 - 12:13

Ljósleiðarar skulu nú leggjast í hvørt hús á Tvøroyri.

Tvøroyrar kommuna hevur tikið avgerð um at loyva NETI, dótturfelagnum hjá Føroya Tele, at byrja uppá verkætlanina.

Neyðugt er at leggja ljósleiðarar í hvørt hús á Tvøroyri, so býurin kann mennast við tíðarhóskandi og skjótari internetsambandi, sigur kommunan.

Nógvastaðni verður neyðugt at fresa spor í koyribreytina fyri at leggja ljósleiðarar, har rør ikki liggja frammanundan.

Tað er fyritøkan MTV byggirivki í Froðba, ið skal gera verkætlanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV