Føroyar fingið lim í altjóða oyggjaleikanevndini

bannari
Føroyar fingið lim í altjóða oyggjaleikanevndini
IIGA hevur havt aðalfund í Orknoyggjum fyrrapartin, har føroyskt umboð varð valt í nevndina. Eisini kunnaðu Føroyar um fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027
Annika Lindenskov er vald í altjóða oyggjaleikanevndina, IIGA, fyri Føroyar
Mynd: Ítróttasamband Føroya  
 
15.07.2025 - 14:14

Altjóða oyggjaleikanevndin hevur fingið føroyska umboðan. Hetta hendi á aðalfundi hjá International Island Games Association í Orknoyggjum í dag, tá ið Annika Lindenskov bleiv vald í IIGA. Annika Lindenskov hevur drúgvar royndir í føroyskum ítrótti. Hon hevur arbeitt í Ítróttasambandi Føroya og verið á fleiri oyggjaleikum síðan 2008, skrivar ítróttasamband Føroya.

 - Annika er ein fongur fyri IIGA, og vit gleða okkum til samstarvið, segði Andrew Inkster, formaður í IIGA, á aðalfundinum.

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, tekur undir við formanninum í IIGA og leggur afturat, at hetta er serstakliga gott fyri føroyskan ítrótt og fer at styrkja um føroysku ávirkanina í oyggjaleikahøpi.

Aðalfundurin hjá IIGA varð hildin, samstundis sum Oyggjaleikir 2025 eru í gongd í Orknoyggjum. Higartil hava 20. leikirnir verið sera væl eydnaðir við framúrskarandi veðri undir góðum umstøðum. Føroysku íðkararnir hava longu gjørt eitt ordans hál og vunnu 33 heiðursmerki annan kappingardagin.

 

Nýggj oyggjaleikaheimasíða

Á aðalfundinum vóru eisini framløgur hjá komandi vertsoyggjum á skránni, og um tvey ár eru Føroyar vertir. Teitur Samuelsen, formaður í føroysku oyggjaleikanevndini og Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari, greiddu frá fyrireikingunum til Betri Oyggjaleikir 2027 í Føroyum.

Undir framløguni kom millum annað fram, at leikirnir verða hildnir um alt landið, og at Føroyar vænta einar 2.500-3.000 luttakarar.

Í hesum sambandi varð nýggja heimasíðan hjá leikunum í Føroyum almannakunngjørd. Síðan er at finna á føroyar2027.fo ella faroeislands2027.fo.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870