Víðari til HM endaspæl

Víðari til HM endaspæl
U20 landsliðið hjá monnum í hondbólti vann sær pláss í HM endaspælinum við einum 30-28 sigri á Italia í gjárkvøldið
Elias Ellefsen á Skipagøtu var mansvardur partar av dystinum. Tað gav pláss til Hákun West av Teigum
Mynd: Tilvildarlig mynd  
 
16.07.2022 - 10:02

U20 landsliðið hjá monnum í hondbólti vann sær pláss í HM endaspælinum við einum 30-28 sigri á Italia í gjárkvøldið. 
Við sigrinum hava U-20 menninir tryggjað sær pláss í U-21 HM í hondbólti, sum verður í 2023 í Týsklandi og Grikkalandi. 

Hákun West av Teigum var sannførandi besti leikarin á liðnum. Hann gjørdist eisini toppskorari við 12 málum, meðan Elias Ellefsen á Skipagøtu var mansvardur tað mesta av dystinum. Hákun West av Teigum var kosin besti leikarin í dystinum. 

Við sigrinum er U-20 landsliðið nú milum 10 tey fremstu landsliðini í Evropa. Teir spæla aftur í kvøld ímóti Slovenia. Tann dysturin byrjar klokkan hálvgum sjey. Kringvarpið vísir dystin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609