- Tíðindi, mentan og ítróttur
Róðraróhapp eftirmett í kvøld
Talan var um eitt álvarsligt óhapp í gjár, sum gjørdi, at “Sjóherji” hjá róðrarfelagnum Tindi í Eysturkommunu koppaði.
Tað boðar Róðrarsambandið frá í tíðindaskrivi.
Róðrarsambandið tekur støðuna í størsta álvara og tekur neyðug stig fyri at tryggja, at slíkt ikki endurtekur seg.
Óhappið hendi úti á startinum, áðrenn róðurin hjá seksmannaførum kvinnum masters skuldi skjótast í gongd.
Bóru skjótt at
Fólk á staðnum bóru skjótt at eftir óhappið, og manningin á “Sjóherja” varð beinanvegin fingin upp úr sjónum og inn á land, har neyðug hjálp var klár.
Eftir stuttari løtu fekk manningin eisini bjóðað kreppuhjálp frá serkønum, skrivar Róðrarsambandið.
Hinar masters kvinnumanningarnar og formenn/-kvinnur í øllum róðrarfeløgum fingu somuleiðis SMS-boð við tilboði um kreppuhjálp á staðnum til tey, sum høvdu tørv á tí.
Róðrarsambandið harmast tó um, at almenn kunning ikki kom út so skjótt, sum óhappið hendi.
Øll hava rós uppiborið
Øll á staðnum vóru upptikin av at hjálpa manningini á “Sjóherja” á besta hátt, og hetta varð raðfest fram um alt annað, stendur í tíðindaskrivinum.
Róðrarsambandið harmast somuleiðis um, at bland kom í bátanøvnini í kunningini, har “Sjódrekin” hjá Skála Róðrarfelag av misgáum varð nevndur.
Eftir óhappið staðfestir Róðrarsambandið, at tilbúgvingin hjá Róðrarsambandinum, fyrireikarum og øðrum virkar til fulnar, og at øll, sum hava hjálpt til í støðuni, hava rós uppiborðið.