Svangligt í Norðurljóði seinnapartin klokkan 15

Svangligt í Norðurljóði seinnapartin klokkan 15
Oddamaðurin í danska bólkinum Hotel Hunger, Jimmy Jørgensen, verður gestur í Norðurljóði seinnapartin klokkan 15, tá sjóneykan verður sett á nýggju plátuna "No Means No"
Jimmy Jørgensen, oddamaður í Hotel Hunger, er gestur hjá Ragnari A. Jacobsen í Norðurljóði
Mynd: PR-mynd  
 
22.09.2025 - 10:20

"No Means No" eitur nýggja plátan hjá danska bólkinum Hotel Hunger, og plátan verður í miðdeplinum, tá oddamaðurin í Hotel Hunger, Jimmy Jørgensen, er gestur í sendingini Norðurljóði seinnapartin í dag klokkan 15. 

Sendingin er longu tøk á KVF Ljóð.

Hotel Hunger var ein av størstu donsku rokkbólkunum í nítiárunum. Serliga útgávan "Mars Needs Guitars" frá 1995, har størsta hittið hjá bólkinum, "Sitting in a Room", er at finna á, verður mett at vera høvðusverkið hjá bólkinum.

 

Endurstovnaðir í 2023

Eftir at hava spælt saman í 20 ár, so fóru limirnir í Hotel Hunger í 2004 hvør til sítt.

Men í 2023, nærum 20 ár seinni, avgjørdu teir at gera enn eina roynd at spæla saman aftur, og útgávan "Hunger" varð send á marknaðin.

Móttøkan var avbera góð, og konsertferðin í samband við "Hunger" riggaði so mikið væl, at Jimmy Jørgensen, Michael Ziegler, Henrik Botoft Andersen, Freddie Wolf og Knut Haavik valdu at halda fram við Hotel Hunger. 

"Vit njóta meira at vera saman í dag, enn vit gjørdu, tá vit vóru ungir. Tá vóru vit bara gallsúrir upp á hvønn annan, og eingin veit í dag hví," greiðir Jimmy Jørgensen frá í sendingini. 

 

Frælsi at gera alt sjálvur

5. september gav Hotel Hunger út plátuna "No Means No", sum er 10. heildarútgávan hjá bólkinum. 

Tað eru limirnir í Hotel Hunger, ið sjálvir hava staðið fyri øllum arbeiðinum í samband við útgávuna, eitt nú útbreiðslu, fígging og øðrum, sum fylgir við at geva eina plátu út. 

Hetta hevur givið eitt ávíst frælsi, heldur oddamaðurin Jimmy Jørgensen í samrøðu við Ragnar A. Jacobsen. 

 

 

Hvat: Norðurljóð 
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mánadag kl. 15.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762