Venja saman til stórar avbjóðingar

Venja saman til stórar avbjóðingar
Um ein mánað fer føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum undir nýggja EM-undankapping, og í havsbrúnni hómast HM-endaspælið. Bruttohópurin vandi saman í Føroyum í farnu viku
22.09.2025 - 19:30

Liðskiparin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Pernille Brandenborg, er spent. 

 - Tað kennist í luftini, tá vit savnast til venjing, at okkurt spennandi altíð bíðar um hornið, sigur strikuspælarin.

Hon kann saktans gleða seg, og tað kunnu hinir landsliðsspælararnir eisini, tí í oktober fara Føroyar undir nýggja EM-undankapping, og síðst í november er heimsmeistarakappingin í Týsklandi og Hollandi á skránni. 

Ein bruttohópur hevur vant saman í Føroyum í farnu viku. Fleiri heilt ungir spælarar vóru við fyrstu dagarnar, og síðan hildu góðir 20 spælarar fram við venjingunum, sum tá í størri mun snúðu seg um teir báðar EM-undankappingardystirnar ímóti Íslandi og Montenegro 15. og 18. oktober.

 - Vit skulu bæði byggja nýggjar relatiónir upp til tær, sum nærkast einum føstum plássi, og menna spælið, sum vit hava brúkt tíð upp á at snikka saman, greiðir Pernille Brandenborg frá. 

 

Eingin Brynja Høj

Landsliðsvenjarin Claus Mogensen vónar, at Føroyar eru uppaftur nærri Íslandi nú, enn tær hava verið síðstu árini, men væntar ein torføran heimadyst ímóti Montenegro, ið eru kendar fyri sítt harða spæl.

Størsta einstaka uppgávan verður kanska at fylla plássið undir liðini á Pernille Brandenborg, sum verjukempan úr Neistanum Brynja Høj hevur átt seinastu nógvu árini. 

 - Tað hevur verið deiligt hjá mær at staðið undir liðini á Brynju. Hon hevur tikið sítt, viðgongur Pernille Brandenborg, sum eins og landsliðsvenjarin væntar, at aðrir spælarar fara at loysa verjuuppgávuna.

 - Vit hava møguleikar.Tað er greitt, at hon hevur staðið har mestsum hundrað prosent av mínari tíð sum venjari, so vit mugu finna eina loysn, og tað nýtist ikki at vera ein spælari, sum loysir ta uppgávuna, sigur Claus Mogensen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. mars
RagnarRokk 12.mars 2026
204780
Hósdag 12. mars
Andglettur
205530
Hósdag 12. mars
Fyrsta val 12. mars 2026
205529
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459