Klaksvíkingar hyggja frameftir

Klaksvíkingar hyggja frameftir
Team Klaksvík hevur ógvuliga smalan hóp, men nýggi venjarin Panagiotis Messins hevur góðar vónir, tí sjálv úrslitini hava ikki hægstu raðfesting í ár
22.09.2025 - 20:39

Team Klaksvík hevur tapt stórt í báðum teimum fyrstu landskappingardystunum í ár.

Tað eru klaksvíkingarnir sjálvandi ikki nøgdir við, men hópurin er sera smalur, og við nýggja venjaranum Panagiotis Messinis á odda, er felagið farið undir eina uppbyggingarroynd, sum skal tryggja grundarlagið undir besta liðnum.

 - Málið er at byggja okkurt nýtt upp frá grundini. Eini 200 børn eru í felagnum, sum skulu hava munagóða venjing. Tey skulu mennast og so líðandi bjóða seg fram til bestu liðini, sigur grikski venjarin, sum millum annað hevur staðið á odda fyri grikska hondbóltslandsliðnum við kvinnum.

 

Mladen skal lyfta stigið

Ein av fáu spælarunum, sum eru komnir til klaksvíksfelagið, er royndi málverjin Mladen Mjerimacka. Hann hevur staðið í mál hjá vestmenningum síðstu nógvu árini.

 - Eg komi við royndum, og eg havi eisini ávísar dygdir, hóast eg eri síðst í tríatiárunum, sigur hann og smílist. Saman við venjaranum, skal málverjin tryggja, at venjingarstigið og mentanin er sunn og nøktandi.

 - Vit eru framvegis ikki nóg góðir til at kappast við tey bestu, men men við nýggja venjaranum, royna vit at flyta okkum frameftir. Hetta er nýtt hjá mær. Eg plagi at kappast um steyp, men her tapa vit við 10-15 málum. Tað kann vera ørkymlandi, sigur Mladen Mjerimacka.

 

Grundarlag fyri vøkstri

Limatalið í Team Klaksvík hevur ongantíð verið hægri, enn tað er nú. Norðlýsið skrivar, at frá U12-aldursbólkinum og yngri koma trý ella fýra lið frá felagnum at vera í hvørjari kapping, meðan Team Klaksvík eisini er umboða av minst einum liðið í eldru aldursbólkunum. 

Tí tykist grundarlagið vera fyri vøkstri og menning, hóast besta liðið helst fær tað torført í ár. 

 - Eg havi eitt motto, sum eg havi sagt dreingjunum, hvørja ferð, sigur Panagiotis Messinis.

 - Kanska tú ikki vinnur dystin, men tú mást vinna okkurt burturúr dystinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776