- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk tónlistafólk fara at ferðast kring Evropa og heilt yvir til Meksiko
Føroysk tónlistafólk fara at ferðast kring Evropa og heilt yvir til Meksiko
Hetta árið hevur higartil verið serstakliga innihaldsríkt ár fyri føroyskan tónleik – og meira er í væntu, boðar føroyska tónleikaútflutningsstovan FMX frá í tíðindaskrivi

Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
10.09.2025 - 09:44
Hetta heystið verður á tremur við spennandi hendingum, har føroysk tónlistafólk fara at seta sín dám á altjóða pallar og festivalar kring alt Evropa – og heilt yviri í Meksiko.
Hetta boðar føroyska tónleikaútflutningsstovan, Faroe Music Export (FMX), frá í tíðindaskrivi.
Fyrr í ár vóru m.a. heili átta føroysk tónlistanøvn á The Great Escape festivalinum í Suðuronglandi, umframt at aftaná festivalin vóru heilar 21 konsertir, eisini í Onglandi, við nøkrum av somu nøvnunum – allar innan bara fýra dagar.
Samstundis vóru fleiri føroysk tónleikaumboð til staðar á Classical:Next í Berlin, meðan føroyska Sissal framdi stóra bragdið, at gerast ein av finalistunum á Eurovision í Sveits.
Og hetta eru bara nøkur av hæddarpunktunum í 2025 higartil, ger FMX vart við.
Dania O. Tausen, tónlistakvinna og -fyriskipari, fær er vald sum ein av vinnarunum av "Nordic Music Biz 20 under 30", tá by:Larm fer av bakkastokki í Oslo (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Dania fær heiðursbræv
Longu nú í september fær Dania O. Tausen handað heiðursbræv og váttan um, at hon er vald sum ein av vinnarunum av "Nordic Music Biz 20 under 30", tá by:Larm fer av bakkastokki í Oslo.
Fleiri onnur umboð úr føroysku tónleikavinnuni vera eisini við á by:Larm fyri at læra og víðka um sítt netverk, umframt at Faroe Music Export (FMX) á fyrsta sinni verður partur av NOMEX á árliga fundi teirra.
NOMEX er yvirskipaði felagsskapurin fyri allar tónleikaútflutningsstovurnar í Norðurlondum.
"Hóast eingi føroysk tónlistafólk spæla á by:Larm festivalinum í ár, so eru vit kortini sera væl umboðað," sigur Glenn Larsen, stjóri í FMX.
"Ikki bara sita vit við borðið, tá ið NOMEX heldur sín ársfund, tí tað er eisini ein fjøður í hattinum, at Dania O. Tausen fær ein væl uppibornan heiður og æru."
Konsertir, filmur og pallborð í Vienna og Nürnberg
Stutt eftir – í oktober – verða Føroyar eisini umboðaðar við tveimum tónlistanøvnum á vælumtókta showcase-festivalinum Waves Vienna í Eysturríki.
Bólkarnir Joe & The Shitboys og Aggrasoppar fara at framføra, og filmurin "Always Outnumbered, Never Outgunned", um føroyskan tónleik, verður eisini sýndur á festivalinum.
Harumframt fer stjórin í FMX, Glenn Larsen, at luttaka á einum tónlistafakligum pallborðsfundi.
Tá Waves Vienna festivalurin er farin afturum, verður Nürnberg Pop festivalurin, har Jazzygold og Danny & The Veetos standa á skránni.
Harumframt fer FMX eisini at hava eina móttøku og netverkstiltak fyri ein stóran part av umboðunum á staðnum fyri altjóða tónleikaídnaðin og miðlaheimin.
Ragnar Finsson, sum her sæst í Fjósinum á G! festivalinum í 2024, verður eitt av fýra føroyskum nøvnum á Iceland Airwaves í ár (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)
Fýra føroysk nøvn á Iceland Airwaves
Ein móttøka av sama slag fer eisini at verða hildin á Iceland Airwaves festivalinum í Reykjavík, sum verður tíðliga í november.
Her fara, sum áður fráboðað, fýra føroysk tónleikanøvn: FRUM, Tamara Mneney, Ragnar Finsson og Lea Kampmann at framføra.
Øll spæla tvær konsertir hvør.
Í sambandi við, at tey føroysku tónlistanøvnini vórðu almannakunngjørd í juni, segði Glenn Larsen, stjóri í FMX, at Iceland Airwaves er ein týdningarmikil pallur hjá føroyskum tónleikarum, og tað er sera stuttligt, at føroyski tónleikapallurin kann byggja víðari á framgongdina, sum hevur verið seinastu árini.
"Fyriskipararnir av Iceland Airwaves hava í ár valt heili fýra føroysk tónlistafólk, sum hava tað til felags, at tey ongantíð áður hava luttikið á festivalinum. Eg eri sera spentur teirra vegna og eri sannførdur um, at tey fara at fáa nógv burturúr festivalinum."
Stórt tónleikaátak í Mexico City
Í november fer eisini ein sera umfatandi samstarvsverkætlan í Meksiko av bakkastokki.
Hendan verkætlanin er fyriskipað og verður umsitin av FMX í samstarvi við Iceland Music og Music Norway, og hon er stuðlað av Nordisk Kulturfond og LiveMX.
Eftir eitt "open call" umfar er Elinborg vald út at luttaka í verkætlanini, sum í fyrstu atløgu eisini fevnir um tríggjar konsertir í Mexico City.
"Hetta er ein sera umfatandi og nýhugsandi verkætlan. Vit fara at royna at gera teori til praksis í einum av heimsins skjótast vaksandi tónleikamarknaðum, og vit vita, at fleiri evropeiskar tónleikaútflutningsstovur fylgja spentar við í gongdini og í úrslitinum," sigur Glenn Larsen.
"Tað er eisini serliga spennandi, at verkætlanin er umsitin av FMX."
Marius Ziska og Eivør á stórfingnu konsertrøðini hjá Marius Ziska í Norðurlandahúsinum (Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo)
Marius Ziska á festivali í Italia
Áðrenn hetta árið er liðið, fara vit eisini at uppliva Marius Ziska á SUNS Minority Language Festival í Udine í Italia í desember, har hann er valdur sum ein av teimum fáu útvaldu millum væl omanfyri 100 umsøkjarar.
FMX er eisini boðið við til Udine at sita í dómsnevndini.
"Umframt alt hetta, eru ein røð av øðrum føroyskum tónlistafólkum og bólkum á altjóða konsertferðum ella tey framføra stakar konsertir kring um í heiminum," sigur Glenn Larsen, og nevnir millum onnur Eivør, Teit, Elinborg, Aggrasoppar, Joe & The Shitboys og fleiri.
"Hetta er ein sera spennandi tíð, og tað gevur serliga nógvan íblástur at síggja, at so nógv ymisk føroysk tónlistafólk verða vald út til tey ymisku tiltøkini. Hetta vitnar um eina sera góða breidd, og ikki minst dygd," endar Glenn Larsen eldhugaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV





























