Ousmane Dembélé og Aitana Bonmatí vunnu Ballon d’Or

Ousmane Dembélé og Aitana Bonmatí vunnu Ballon d’Or
Franska stjørnan hjá Paris Saint-Germain, Ousmane Dembélé, vann í kvøld Ballon d'Or-heiðurin. Spanska Aitana Bonmatí vann heiðurin triðja árið á rað hjá kvinnunum
Aitana Bonmatí og Ousmane Dembélé saman við Ruud Gullit, ið var vertur
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
22.09.2025 - 21:54

Tað var ein djúpt rørdu Ousmane Dembélé, sum í kvøld tók ímóti heiðrinum Ballon d'Or, sum tekin uppá, at hann var heimsins besti fótbóltsleikari seinasta kappingarár. 

28 ára gamli Dembélé vann á unga stórtalentinum úr Barcelona, 18 ára gamla Lamine Yamal, ið hinvegin vann heiðurin sum bestu ungi leikarin. 

Tárini feldi Paris Saint-Germain-stjørnan, tá hann takkaði familjuni, og serliga mammuni, fyri hennara stuðul. 


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Ballon d'Or-heiðurin hevði Demebéle væl og virðiliga uppiborið. Hann hevur í 2024-25 vunnið:

  • Champions League
  • Ligue 1 
  • Fronsku steypakappingina
  • Uefa Super Cup
  • Franska stórsteypadystin

Og nú hevur hann eisini vunnið Ballon d'Or.  

Tað eru ítróttarjournalistar frá fronsku miðlunum L’Équipe og France Football, ið hava innstillað tilnevndu leikararnar til Ballon d'Or-heiðurin.

100 fjølmiðlafólk úr teimum 100 bestu fótbóltstjóðunum í heiminum har síðani atkvøtt um vinnaran. 

 

Topp 10 listin hjá monnum sá soleiðis út:

  1. Ousmane Dembele
  2. Lamine Yamal
  3. Vitinha
  4. Mohamed Salah
  5. Raphinha
  6. Achraf Hakimi
  7. Kylian Mbappe
  8. Cole Palmer
  9. Gianluigi Donnarumma
  10. Nuno Mendes

Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Bonmatí trý ár á rað

Hjá kvinnunum vann spanska Aitana Bonmatí Ballon d'Or-heiðurin sum heimsins besti kvinnuligi fótbóltsleikari triðja árið á rað.

Tað hava einans Lionel Messi og Michel Platini gjørt henni eftir. 

Aitana Bonmatí, ið spælir við FC Barcelona, er eisini krumtøppurin á spanska landsliðnum, og hon var við, tá Spania vant burtur úr Føroyum í EM-undankappingini í 2021. 

Fyrri dysturin í Føroyum endaði 0-10 til Spania, meðan dysturin í Spania gjørdist uppaftur verri fyri føroysku leikararnar, ið tá taptu 12-0. 

Kanska ikki so undarligt, tí á spanska liðnum var, umframt Aitana Bonmatí, eisini Alexia Putellas, sum vann Ballon d'Or í 2021 og 2022. 


Mynd: Ritzau / Scanpix

 

Allir vinnarar av heiðurslønum í sambandi við Ballon d'Or-handanina. 

  • Bestu ungu leikararnir (Kopa-heiðurin): Vicky Lopez & Lamine Yamal
  • Bestu venjarar (Johan Cruyff-heiðurin): Sarina Wiegman & Luis Enrique
  • Bestu málverjan (Yashin-heiðurin): Hannah Hampton & Gianluigi Donnarumma
  • Bestu málskjúttar (Gerd Muller-heiðurin): Ewa Pajor & Viktor Gyokeres
  • Besta kvinnuliðið: Arsenal
  • Besta mansliðið: Paris Saint-Germain
  • Socrates-heiðurin: Xana Foundation
  • Ballon d’Or kvinnur: Aitana Bonmati
  • Ballon d’Or menn: Ousmane Dembele
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067