Russland ákærir ukrainar fyri brotsverk móti mannaættini

bannari
Russland ákærir ukrainar fyri brotsverk móti mannaættini
Fólk úr Bretlandi, Kanada, USA og Hollandi verða eisini kannað, tí Russland sigur, at tey eru leiguhermenn
Russland og Ukraina eru farin at ákæra hvørt annað fyri krígsbrotsverk. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
25.07.2022 - 10:26

Russland ákærir nú 92 ukrainar fyri "brotsverk móti mannaættini".

Tað sigur leiðarin hjá russisku fregnartænastuni, Alexander Bastrykin, í samrøðu við eina russiska heimasíðu, skrivar TV2, ið endurgevur BBC og The Telegraph.

Samstundis kannar Russland eisini 1.300 onnur mál, ið landið sigur hava samband við herin í Ukraina og politiskar felagsskapir.

 

Hópoyðingarvápn

Harumframt kannar Russland eisini starvsfólkini í ukrainska heilsumálaráðnum, sum Russland ákærir fyri at menna hópoyðingarvápn.

Fólk úr Bretlandi, Kanada, USA og Hollandi verða eisini kannað, tí Russland sigur, at tey eru leiguhermenn.

Hinumegin markið er Ukraina eisini farið undir sínar kanningar av russarum.

Fyrst í juli ljóðaði, at fleiri enn 21.000 mál um krígsbrotsverk skuldu kannast, ið sigst, at russar hava framt móti ukrainum síðani russisku innrásina í februar.

 

200-300 fráboðanir um dagin 

Ríkisákærin, Iryna Venediktova, segði við BBC fyri tveimum vikum síðani, at hon fær 200-300 fráboðanir um krígsbrotsverk hvønn dag.

Altjóða Revsidómsstólurin, ICC, hevur lýst Ukraina sum eitt "brotsstað", og hevur sent fleiri kanningarfólk til landið at kanna møguligu krígsbrotsverkini.

Russland vísir ákærunum frá sær, og ákærir hinvegin Ukraina fyri at bumba undirstøðukervið í landinum og at drepa síni egnu fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025