Taka undir við at seta vakmyndatól upp í Havn

Taka undir við at seta vakmyndatól upp í Havn
Løgmaður arbeiðir við uppskoti, sum skal geva kommununum heimild at seta vakmyndatól upp
Fyri og ímóti vakmyndatólum.
 
26.07.2022 - 14:19

Fólk tykjast at taka undir við, at vakmyndatól nú skulu hava eftirlit við býarlívinum í Havn.

Tað søgdu í hvussu er tey, sum útvarpið tosaði við fyrrapartin.

Í sambandi við harðskapsmál í býarlívinum hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðað frá, at hann ætlar at seta vakmyndatól upp í Tórshavnar kommunu.

Dátueftirlitið hevur tó víst á, at kommunur ikki hava heimild í lóg til at seta slík vakmyndatól upp. 

Endamálið við vakmyndatólunum er,  sambært Heðini Mortensen, at fyribyrgja harðskapi í náttarlívinum. 

 

Ein triðingur ikki uppkláraður

Nýggjastu hagtølini hjá løgregluni, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at í 2020 var ein triðingur av harðskapsmálunum, sum vóru skrásett í býarlívinum. ikki uppklárað.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður hevur eisini váttað fyri Kringvarpinum, at politisk undirtøka sær út til at vera fyri vakmyndatólum, og at hann nú ger eitt uppskot klárt, sum skal geva kommunum heimild til at seta upp vakmyndatól í býarlívinum.

Eftir ætlan verður uppskotið um vakmyndatól lagt fyri løgtingið í heyst.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. juni
Fótbóltur: Georgia - Føroyar
192885
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798