Skulu hava vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini

Skulu hava vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini
Peningur er játtaður til verkætlanir í Kollafirði, á Glyvrum og í Klaksvík.
Magnus Rasmussen er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálaráðnum.
 
27.07.2022 - 15:31

Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 1,8 milliónir krónur játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini.

Hetta er fyrstu ferð, at stuðul er markaður til verkætlanir innan orkumøguleikar úr undirgrundini, skrivar heimasíðan hjá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum

- Vit kunnu gagnnýta grønar og varandi orkukeldur upp aftur meira, men fyrst mugu við fáa størri vitan um teir møguleikar, sum eru í undirgrundini. Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast grønari, og hetta er eitt stig á leiðini, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orkumálum.

 

Heitt vatn rennur úr einari keldu a Lygnnesi við Sjógv í Kollafirði.

 

Samstarva við Jarðfeingi og Umhvørvisstovuna

Verkætlanir, sum verða stuðlaðar av nýggju játtanini, skulu fremjast í samstarvi við Jarðfeingi ella Umhvørvisstovuna. Stovnarnir skulu tryggja, at úrslitini gerast atkomulig hjá almenninginum, og at onnur kunnu byggja upp á ta nýggju vitanina. Landið rindar í mesta lagi helvtina av samlaða verkætlanarkostnaðinum.

Av samlaðaðu játtanini er 1 mió. krónur játtað til at fremja fyrsta stig av eini upphitingarskipan til kommunalar bygningar við Sjógv í Kollafirði við heita vatninum á Lygnnesi.

634.400 kr. eru játtaðar til til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin á Glyvrum og samstundis finna út av, hvussu nógv og á hvønn hátt orka kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting.

Og 165.600 krónur eru játtaðar til at gera royndarboring á Fossum í Klaksvík. Endamálið við teirri verkætlanini er at kanna møguleikar fyri at hita upp bygningar við vatni úr undirgrundini á Fossum, umframt at brúka vatn úr Norðoyatunnlinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891