Tiltøkini hava stórar avleiðingar fyri russiska búskapin

Tiltøkini hava stórar avleiðingar fyri russiska búskapin
Búskaparfrøðingar á lærda háskúlanum Yale hava skrivað frágreiðing um støðuna
Hóast Russland forvinnur nógvan pening av gassi og olju, raka vesturlendsku tiltøkini russiska búskapin meint.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.08.2022 - 14:58

Tiltøkini, sum vesturheimurin hevur sett í gildi móti Russlandi, og at feløg gevast við virksemi sínum í landinum, hava havt stórar avleiðingar fyri russiska búskapin.

Hetta hendir, hóast Russland forvinnur væl av peningi av at selja olju og gass.

Tað vísir nýggj frágreiðing frá búskaparfrøðingum á lærda háskúlanum Yale.

- Tiltøkini og tað, at færri fyrtiøkur eru í landinum, hava ikki bara virkað. Hetta hevur væl og virðiliga lagt russiska búskapin lamnan á fleiri stigum, stendur í frágreiðingini.

Síðani kríggið brast á, eru fleiri enn 1.000 feløg farin úr Russlandi. 

Framleiðslan í vinnulívinum er minkað, og russiska nýtslan er minkað 15-20 prosent í ár, skriva granskararnir á lærda háskúlanum Yale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525