Oljuprísurin tann sami sum fyri kríggið í Ukraina

Oljuprísurin tann sami sum fyri kríggið í Ukraina
Prísurin er farin niður um 96 dollarar fyri tunnuna
Oljuprísurin er lækkaður, og er nú tann sami, sum hann var fyri russisku innrásina í Ukraina. (Savnsmynd)
 
04.08.2022 - 15:47

Oljuprísurin er nú tann sami sum fyri kríggið í Ukraina.

Seinnapartin lækkaði prísurin á eini tunnu av olju niður um 96 dollarar, og er nú tann lægsti, síðani russisku innrásina í Ukraina 24. februrar í ár.

Tað skrivar NTB.

Dagin fyri innrásina, 23. februar, var ein tunna av olju úr Norðsjónum seld fyri 97,54 dollarar.

Í dag kostar ein tunna 95,33 dollarar. Prísurin er lækkaður 1,8 prosent síðsta samdøgrið.

Síðstu vikuna er prísurin lækkaður meira enn 11 prosent tilsamans.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815