Stríðið um skúlastjóran í Vestmanna framvegis óloyst

Stríðið um skúlastjóran í Vestmanna framvegis óloyst
Uttanríkis- og mentamálaráðið viðger nú hoyringarskrivið frá Alis Jónu Højsted, skúlastjóra
Stríð er millum lærarar og skúlastjóran í Vestmanna skúla.
 
04.08.2022 - 12:10

Stríðið millum lærarar og skúlastjóran í Vestmanna skúla verður ikki loyst, áðrenn skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.

Alis Jóna Højsted, skúlastjóri, hevði freist til 1. august at svara kæruni, sum 18 av 26 lærarum beint fyri summarfrítíðina sendu Mentamálaráðnum, skúlastýrinum í Vestmanna og Lærarafelagnum um arbeiðslagið hjá skúlastjóranum.

Kæran og hoyringarsvarið verða viðgjørd í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

 

Viðgera hoyringarskrivið

Poul Geert Hansen, aðalstjóri, sigur, at tey hava fingið hoyringarsvarið frá Alis Jónu Højsted, skúlastjóra, og skulu nú viðgera tað nærri. 

Støða skal eisini takast til, um lærararnir møguliga skulu fáa høvi at svara hoyringarskrivinum.

Lærararnir eru ónøgdir við arbeiðsháttin hjá skúlastjóranum.

Lærararnir siga seg hvørki verða spurdar ella hoyrdar um siðvenjur á skúlanum, og spurningar verða heldur ikki svaraðir ella ikki svaraðir á rætta stað.

 

Ikki við til tiltøk

Eisini kæra lærararnir seg um, at skúlastjórin mestsum ikki er við til tiltøk á skúlanum, og at tiltøk og eitt nú ætlanir um undirvísing eru ov illa ella als ikki fyrireikað.

Heldur ikki føla lærararnir, at skúlastjórin talar teirra søk í samskiftinum við myndugleikarnar.

Hvat stendur í hoyringarsvarinum frá Alis Jónu Højsted, skúlastjóra, hevur Kringvarpið ikki fingið innlit í enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115