Reka russisk flogfør úr donskum loftrúmi

bannari
Reka russisk flogfør úr donskum loftrúmi
Donsku hernaðarflogførini hava fingið nógv meira at gera, síðani kríggið í Ukraina brast á
Danski, svenski og norski verjumálaráðharrin hittust í Malmø í gjár at umrøða russisku hjáveruna í Eystrasalti.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
09.08.2022 - 08:52

Donsk jagaraflogfør hava í ár verið 51 ferðir á flogi og rikið russisk flogfør og skip úr donskum loftrúmi og sjóøki.

Hernaðarflogførini hava tí fingið meira at gera, enn tey hava havt, vísa tøl frá danska verjumálaráðnum.

Tað er kríggið í Ukraina og økta russiska virksemið við Eystrasalt, ið hevur fingið donsku F-16 flogførini munandi oftari á veingirnar samanborið við onnur ár.

Verjumálaráðharrarnir í Svøríki, Danmark og Noregi hittust í gjár í Malmø í Svøríki, har teir umrøddu hjáveruna av russisku hermegini í Eystrasalti.

Londini fara nú í felag at halda vakt og býta radaramyndir millum sín,  við tí í hyggju at steðga russiska áganginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334