Uppskotið um oljuískoyti er farið til hoyringar

Uppskotið um oljuískoyti er farið til hoyringar
Lógin um familjuískoyti frá 2016 skal broytast, so eisini ber til at geva 7.000 kr. í oljuískoyti
Oljuískoytið verður 7.000 kr., og lógarbroytingin verður bara galdandi í ár. (Savnsmynd)
 
10.08.2022 - 09:16

Nú ber skjótt til hjá teimum, sum eru illa fyri fíggjarliga, at søkja um oljuískoyti, eisini hjá fólkapensjónistum. 

Uppskotið um at geva oljuískoyti er sent til hoyringar.

Lógin um familjuískoyti frá 2016 skal broytast, so eisini ber til at geva oljuískoyti, 7.000 kr..

Broytingin er bara galdandi í ár. Hon fer, sambært uppskotinum, úr gildi 1.januar næsta ár.

Hoyringarfreistin er til 26.august.

 

500 húski kosta 3,5 mió. kr. 

Treytirnar fyri at fáa oljuískoyti eru, at inntøkan er í mesta lagi 290.000 kr., tá ein vaksin er í húskinum

Hon skal vera í mesta lagi 390.000 kr., tá tvey ella fleiri vaksin eru í húskinum og í mesta lagi tvey børn, og 410.000 kr., tá tvey ella fleiri vaksin eru í húskinum og trý ella fleiri børn.

Ognin skal vera í mesta lagi 30.000 kr., tá eitt ella tvey vaksin eru í húskinum, og 50.000 kr., tá tey vaksnu eru trý ella fleiri.

Hesar treytir gera, sigur landsstýrið, at oljuískoytið í stóran mun verður latið teimum, sum búgva einsamøll, við børnum ella uttan børn, ella, tá tvey vaksin búgva saman.

Landsstýrið sigur, at fara til dømis 500 húski at fáa oljuískoyti, fer tað at kosta landskassanum 3,5 mió. kr.

Hetta verður fíggjað við eykajáttanarlóg. 

250 til 300 familjur fáa familjuískoyti. Nógv tey flestu eru stakir uppihaldarar, bara 30 til 35 pør eru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974