Brunateknikarar úr Danmark skulu kanna eldin við Ljósá

Brunateknikarar úr Danmark skulu kanna eldin við Ljósá
Bygningurin hjá KJ Sandblásing fekk stóran skaða
Vinnubygningurin við Ljósá fekk stóran skaða í eldinum týskvøldið. Nú koma serfrøðingar úr Danmark at kanna, hví eldur kom í.
Mynd: Sverri Egholm, Portalurin.  
 
12.08.2022 - 09:50

Í næstu viku koma serfrøðingar á brunateknisku deildini hjá politinum í Danmark til Føroya at kanna stóra eldin við Ljósá. 

Tað skrivar Portalurin.

Eldur kyknaði í einum vinnubygningi hjá KJ Sandblásing um hálvgun seks-tíðina týskvøldið, og ikki fyrr enn beint fyri klokkan tíggju var eldurin sløktur.

Helvtin av bygninginum fór í eldinum, og klædningurin á grannahúsunum, sum KJ eisini eigur, hevur fingið skaða.

Eisini fekk ein bilur, ið stóð nærhendis, skaða av nógva hitanum frá eldinum.

Politiið hevur gjørt kanningar á staðnum, men enn er ikki greitt, hví eldurin kyknaði. Tað skulu danskir brunateknikarar kanna nærri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Leygardag 25. apríl
Morgunlestur leygardagur 25.apríl 2026
207139
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533