ST krevur at sleppa inn á kjarnorkuverk í Ukraina

ST krevur at sleppa inn á kjarnorkuverk í Ukraina
Ukraina og Russland leggja hvørt annað undir at hava lopið á kjarmorkuverkið í Zaporizjzja
ST krevur nú at sleppa inn á kjarnorkuverkið í Zaporizjzja í Ukraina. (Mynd: Reuters)
 
12.08.2022 - 14:47

Ákærurnar fúka aftur og fram millum Ukraina og Russland, samstundis sum granatir regna niður yvir kjarnorkuverkið í Zaporizjzja í Ukraina.  

Londini ákæra hvørt annað fyri at hava lopið á kjarnorkuverkið, sum er tað størsta í Evropa.

Spenta støðan fær nú kjarnorkustovnin hjá ST, IAEA, til at krevja atgongd til økið at gera eftirlit á verkinum. 

Rafael Grossi, leiðari fyri IAEA, kom við hesi áheitan á einum fundi í ST-trygdarráðnum í gjár.

 

Rafael Grossi er leiðari í ST-kjarnorkustovninum, IAEA.

 

Støðan álvarslig

Har lýsti hann støðuna sum sera álvarsliga og kravdi, at kjarorkufyrisitingin fær atgongd skjótast gjørligt. 

Somu boð komu frá ST-aðalskrivaranum, António Guterres, sum í eini fráboðan undan fundinum í ST-trygdarráðnum í gjár ávaraði um, at tað kann fáa vanlukkuligar avleiðingar, um álopini ikki verða steðgað, skrivar danska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775