Farmaflúgvingin hjá Bakkafrosti byrjar í heyst

Farmaflúgvingin hjá Bakkafrosti byrjar í heyst
P.f. FarCargo hevur keypt eitt farmaflogfar av slagnum Boeing 757-200
FarCargo fer undir farmaflúgving í heyst.
 
15.08.2022 - 08:20

Eitt flogfar afturat er komið í føroyska flotan.

P/f FarCargo hevur undirskrivað keypssáttmála um at keypa eitt farmaflogfar av slagnum Boeing 757-200. 

Tað skal flyta laks til USA fyri Bakkafrost. 

Flogfarið er 47 metrar langt. Tað kann flúgva 7.000 km. í einum og tekur 35 tons av farmi. 

 

Vágar New York

Eftir ætlan fer flogfarið í flúgving í heyst, í oktober ella november, og fer í fyrsta umfari at flúgva úr Vágum til New York. 

Raksturin av farmaflutninginum hjá FarCargo verður skipaður í samstarvi við svenska felagið West Atlantic, sum fer at umsita flogloyvið. 

 

Birgir Nielsen er stjóri í FarCargo.

 

Ætlanin er, at FarCargo um fá ár tekur við øllum loyvum og flogumsiting.

Í fyrsta umfari verða tíggju fólk sett í fast starv hjá felagnum.  

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Birgir Nielsen, stjóra í FarCargo, í útvarpstíðindunum:

 

1543642

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098