Putin og Kim Jong-un knýta tættari vinabond

Putin og Kim Jong-un knýta tættari vinabond
Russiski forsetin mælir til tættari samstarv millum Russland og Norðurkorea
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un.
 
15.08.2022 - 09:19

Vladimir Putin og leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, fara at knýta tættari vinabond. 

Tað sæst í brævasamskifti millum teir báðar, har russiski forsetin mælir til tættari samstarv millum londini.

Tað skrivar Sky News, sum vísir til almennu norðurkoreansku tíðindastovuna, KNCA.

Í brævinum mælir Putin millum annað til, at londini bæði í felag eiga at arbeiða fyri at "styrkja víðfevnandi og konstruktiva tvílandasamstarvið.".

Í brævinum stendur eisini, at samstarvið millum Norðurkorea og Russland vil "styrkja trygdina og støðufestið á koreansku hálvoynni og í landnyrðingsasia."
 

Vladimir Putin, forseti í Russlandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV