Varaskúlastjórin í Vestmanna fingið ætlanarskriv um uppsøgn

Varaskúlastjórin í Vestmanna fingið ætlanarskriv um uppsøgn
Annað fólk er sett sum fyribils varaskúlastjóri
Varaskúlastjórin í Vestmanna hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn, og eitt fólk er sett sum varaskúlastjóri fyribils.
 
16.08.2022 - 12:52

Varaskúlastjórin í Vestmanna skúla, Fríðgerð Ovadóttir, hevur fingið ætlanarskriv um uppsøgn.

Tað váttar Jóna Seloy, forkvinna í skúlastýrinum í Vestmanna, fyri Kringvarpinum.

Fríðgerð Ovadóttir, varaskúlastjóri, er ikki til arbeiðis í løtuni. Útvarpið hevur tosað við hana, men hon hevur ongar viðmerkingar til málið.

Útvarpið hevur eisini tosað við lærarar í Vestmanna skúla. Teir vátta, at annað fólk er sett sum varaskúlastjóri fyribils.

 

18 lærarar hava kært

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Alis Jónu Højsted, skúlastjóra.

Beint fyri summarfrítíðina sendu 18 av 26 lærarum kæru til Mentamálaráðið, skúlastýrið í Vestmanna og Lærarafelagið um arbeiðslagið hjá skúlastjóranum.

Lærararnir eru ónøgdir við arbeiðsháttin hjá skúlastjóranum.

Kæran frá lærarunum og hoyringarsvarið hjá skúlastjóranum verða viðgjørd í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037