Krabbamein: Skjót viðgerð hevur stóran týdning

Krabbamein: Skjót viðgerð hevur stóran týdning
Hóast færri vera rakt av krabbameini í Føroyum nú, doyggja fleiri enn í okkara grannalondum
Marnar Fríðheim Kristiansen er lækni og hevur skrivað phd.-ritgerð um krabbamein í Føroyum.
 
18.08.2022 - 14:46

Fólk skulu sleppa til lækna og í viðgerð eftir heilt stuttari tíð, um illgruni er um krabbamein.

Tað ætlar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, sum fer at leggja lógaruppskot um tað fyri tingið.

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, sum skrivar phd.-ritgerð um krabbamein í Føroyum, sigur, at hetta kann fáa stóran týdning fyri, at fleiri skulu gerast frísk. 

 Alsamt færri vera rakt av krabbameini, men tað eru tó framvegis nógv, sum doyggja av herviligu sjúkuni í Føroyum, fleiri í miðal enn í okkara grannalondum.

Marnar Fríðheim Kristiansen heldur, at viðgerðartrygdin kann gera mun.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18082022_-_Marnar_til_net

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961