Føroyskt til japanskt

Føroyskt til japanskt
Arbeiðið at gera japanska-føroyska og føroyska-japanska orðabók er komið so mikið áleiðis, at 10.000 leitorð eru í hvørjari av teimum.
 
20.08.2022 - 18:22

Forlagið Sprotin veit at siga, at tað eru hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano, sum síðstu tvey árini hava arbeitt við orðabókunum, ið nú sleppa at standa sína roynd.

Tey í Sprotanum halda, at nú skulu kvøldskúlanæmingar í Føroyum, sum í heyst ganga til japanskt, sleppa at arbeiða inni á Sprotanum.

Orðabókaarbeiðið hjá Asano-hjúnunum heldur samstundis fram, so bøkurnar vaksa fyri hvønn dag.

Í sambandi við, at japansk vika er í Havn, skipar Sprotin týskvøldið klokkan átta fyri hugnaløtu við japanskum dámi á Reinsarínum í Havn, har røður, upplestur, tónleikur og ymiskt gott til góman er á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
Poppverturin 4
208456
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974