Fótbóltur í 120 minuttir krevur øgiliga nógv

Fótbóltur í 120 minuttir krevur øgiliga nógv
Fótbóltsspælarar missa førleikan til intensivt dygdararbeiði í longdari leiktíð. Tað er niðurstøðan í vísindaligari grein, sum Magni Mohr hevur verið við til at skriva
Magni Mohr er m.a. partur av toyminum hjá fótbóltslandsliðnum við monnum
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
22.08.2022 - 15:49

Fótbóltsspælarar missa førleikan til intensivt dygdararbeiði í longdari leiktíð, vøddasukrið minkar væl niðurum kritiska markið og nøgdin av evnum, sum ávirka virknið hjá heilanum, veksur munandi frá 90 minuttum upp í 120 minuttir.

Millum annað hetta vísir nýggj gransking hjá Syddansk Universitet og University og Thessaly í Grikkalandi, skrivar setur.fo.

Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við øðrum fyri fyrstu ferð granskað neyvt, hvussu fysiologiskt krevjandi tað er at spæla fótbólt í 120 minuttir.

Verkætlan varð framd í Trikala í Grikkalandi. Her spældu tvey mannlig úrvalslið ein dyst við longdari spælitíð. GPS-tøkni varð brúkt til at fylgja spælarunum, og so vórðu skjótleika- og styrkiskanningar gjørdar áðrenn og aftan á vanliga tíð (90 min.) og eftir longda leiktíð (120 min.).

Eisini vórðu blóðroyndir og vøddaroyndir (vøddabiopsiir) fyri fyrstu ferð tiknir undir dysti, sum vardi í 120 minuttir.

 - Stutt sagt, so síggja við kropsliga møði, sum er munandi ógvusligari enn tann møðin, sum vit vita kemur mitt í seinna hálvleiki av einum vanligum dysti, sigur Magni Mohr.

Venjarar eiga at gagnnýta nýggju vitanina

Greinin, sum í fyrstu atløgu er almannakunngjørd í netútgávu í viðurkenda ítróttarmedisinska tíðarritinum, Medicine and Science in Sport and Exercise, byggir á verkætlan sum UEFA, Novo Nordisk Grunnurin og Team Danmark hava stuðlað. Vísindaliga greinin kemur eisini í tøkum tíma, nú enn ein HM-kapping stendur fyri framman, og tí metir Magni Mohr, at hon fer at verða væl miðlað altjóða.

- Hetta er eisini vitan, sum venjarar eiga at gagnnýta, tá tað ræður um, hvussu teir velja at spæla bæði vanliga dystin og seinastu 30 minuttirnar, umframt at hetta setur stór krøv til at hava eina vísindaliga grundaða fyrireikingar- og hvíldarstrategi í samband við dystir við longdari leiktíð, sigur Magni Mohr, sum eisini er partur av toyminum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum.

Magni Mohr og starvsfelagar eru longu væl ávegis við nýggjari verkætlan, sum kannar mannagongdir at minka um ta møði, sum longd spælitíð elvir til. Hesi úrslitini verða almannakunngjørd seinni í ár, skrivar setur.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744