Moderna stevnir Pfizer og BionTech

Moderna stevnir Pfizer og BionTech
Heilivágsfyritøkan vil vera við, at kappingarneytarnir Pfizer og BionTech hava brotið lógina um upphavsrætt
Moderna sigur, at Pfizer og BionTech hava kopierað sína tøkni.
 
26.08.2022 - 14:48

Heilivágsfyritøkan Moderna hevur í dag stevnt heilivágsfyritøkunum Pfizer og BionTech.

Hesar fyritøkurnar vóru tær fyrstu á marknaðinum við sonevnda M-RNA-koppingarevninum fyri koronu.

Moderna vil vera við, Pfizer og BionTech brutu lógina um upphavsrætt, tá tær mentu koppingarevnið fyri Covid-19.

- Vit stevna nú fyri at verja m-rna-tøknina, sum vit mentu, og sum vit hava lagt milliardir av dollarum í, til tess at menna, sigur forstjórin í Moderna, Stephane Bancel, sambært Sky News.

 

 

Hava kopierað tøknina

Sky News sigur, at týska fyritøka BionTech granskaði eisini í M-RNA koppingarevnum, tá tey fóru at samstarva við heilivágsrisan Pfizer, um at gera koppingarevnið fyri koronu, men Moderna vil vera við, at kappingarneytarnir hava kopierað sína tøkni.

Moderna upplýsir ikki, hvussu nógvan pening tey vilja hava í endurgjaldi, men sigur í stevningini, at tey fara ikki eftir at taka koppingarevnið hjá Pfizer/BionTech av marknaðinum, og heldur ikki vil Moderna hava endurgjald fyri teir skamtarnar, sum eru seldir til 92 av lág- og miðalinntøkulondunum, sum eru í Covax-samstarvinum.

Covax er altjóða samstarv, sum skal fáa koronukoppingarevni til fátæku londini í heiminum.

Amerikanska matvøru- og heilivágsstýrið var tað fyrsta at góðkenna Pfizer/BionTech koppingarevnið í desember 2020. Eina viku seinni góðkendu amerikansku myndugleikarnir koppingarevnið hjá Moderna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454