Akstovan skal flyta í seinasta lagi um 16 mánaðir

Akstovan skal flyta í seinasta lagi um 16 mánaðir
Flytast skal í leigaðan bygning í landnyrðingspartinum av landinum
Akstovan í Klaksvík og Runavík skal flyta í seinasta lagi um 16 mánaðir
 
01.09.2022 - 10:36

Akstovan skal í seinasta lagi flyta úr Klaksvík og Runavík um 16 mánaðir, um ársskiftið 2023/2024.

Flytast skal í leigaðan bygning í landnyrðingspartinum av landinum.

Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella vera í bygningi, har tað er sambæriligt við virksemið hjá Akstovuni.

Ætlaði bygningurin kann vera nýbygningur ella heilt ella lutvíst longu bygdur bygningur, sigur Uni Rasmussen landsstýrismaður.

Hann hevur svarað spurningi frá Beintu Løwe, løgtingskvinnu, um ætlanina at flyta Akstovuna úr Klaksvik.

Uni Rasmussen sigur, at nýggja hølið hjá Akstovuni skal vera á væl hóskandi stað millum sýnshallirnar í Klaksvík og í Runavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961