Russiskur oljumaður datt út gjøgnum vindeyga

Russiskur oljumaður datt út gjøgnum vindeyga
67 ára gamli Ravil Maganov hevur funnist at russisku innrásini í Ukraina
Høgrumegin Ravil Maganov saman við Vladimir Putin, forseta. Maganov er heiðraður fleiri ferðir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.09.2022 - 11:28

Nevndarformaðurin í russiska oljufelagnum, Lukoil, 67 ára gamli Ravil Maganov, er deyður, eftir at hann datt út gjøgnum eitt vindeyga á einum sjúkrahúsi í Moskva. Tað upplýsa keldur fyri Reuters.

Fleiri russiskir miðlar boða eisini frá, at nevndarformaðurin er deyður, og teir endurgeva fleiri ymsar keldur.

Russiska tíðindastovan, Ria Novosti, endurgevur eisini keldur, sum siga at Ravil Maganov er deyður, eftir fallið.

 

Heiðraður fleiri ferðir

Maganov hevur verið partur av stýrinum fyri Lukoil síðani í 1993, og verður mettur at vera ein av fremstu russisku serfrøðingunum, tá talan er um olju og gass. Hann er heiðraður fleiri ferðir fyri sítt arbeiði.

Stutt eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina, fanst Ravil Maganov at avgerðini um at leypa á Ukraina, og hann segði seg vóna, at russiski ágangurin í Ukraina fór at enda skjótt.

Lukoil er næststørsta oljufelagið í Rsuslandi, og Ravil Maganov hevur havt fleiri týðandi størv í felagnum. Hann tók við sum nevndarformaður, tá Valery Grayfer doyði í 2020.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (4:5)
204319
Mikudag 4. mars
Føroyar - Portugal
205139
Mikudag 4. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205117
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959