ST-aðalskrivarin: Vit klára ikki at fylgja við vitlíki

ST-aðalskrivarin: Vit klára ikki at fylgja við vitlíki
Antonio Guterres kallar vitlíki eina vísindaliga roynd uttan ætlan og samtykki
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari, hevur tíðindafund um frágreiðingina frá altjóða vísindafólkum um vitlíki.
Mynd: ST  
 
06.07.2026 - 13:14

Vitlíki mennist so mikið skjótt, at fólk megna ikki at fylgja við, sigur ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres. 

Hann kallar vitlíki eina vísindaliga roynd uttan ætlan ella samtykki, og vil hava felagsreglur um vitlíki. 

ST hevur sett 40 altjóða vísindafólk at arbeiða við vitlíki. Tey komu fyri nøkrum døgum síðani við eini innleiðandi frágreiðing, sum ST aðalskrivarin legði fram á tíðindafundi í New York.

Antonio Guterres sigur, at vísindafólkini ávara um skaðan, sum kann standast av vitlíki. Tess størri framgongd er innan vitlíki uttan greiðar felagsreglur, tess minni ávirkan fara stjórnir og fólk at hava á avleiðingarnar av vitlíki.

Her heima hava vit seinastu dagarnir hoyrt um avleiðingar av vitlíki í miðnámsskúlunum.

 


Maria Chun Nielsdóttir

 

Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám, segði í útvarpstíðindunum leygardagin, at hon heldur viðlíki verða eina beinleiðis hóttan móti demokratinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

06072026_Giterres_og_vitliki

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938