Gera ikki meira við javnstøðuna í Kringvarpsstýrinum

Gera ikki meira við javnstøðuna í Kringvarpsstýrinum
Elin Winther Poulsen er vald sum starvsfólkaumboð í stýrinum, og nú er javnvágin í lagi aftur, sigur løgmaður
Nú er javnvág aftur í Kringvarpsstýrinum, sigur løgmaður. Henda myndin var tikin, áðrenn Elin Winther Poulsen fór frá sum stýriskvinna, og Carsten Arnskov legði frá sær sum starvsfólkaumboð í stýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2022 - 09:26

Nú er javnvágin aftur í lagi, so meira verður ikki gjørt í landsstýrinum við málið um Kringvarpsstýrið.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir at starvsfólkini í Kringvarpinum í gjár valdu Elina Winther Poulsen í Kringvarpsstýrið fyri Carsten Arnskov, sum segði seg frá, eru aftur tríggjar kvinnur og fýra menn í stýrinum.

Frágreiðingin er tann, sigur løgmaður, at Carsten Arnskov var varalimur hjá Beintu Løwe, sum fór úr stýrinum, tá hon fór í annað starv.

 

Elin Winther Poulsen, sum var forkvinna í Kringvarpsstýrinum, fór úr stýrinum, tá hon var sett í starv í Kringvarpinum. Nú hava starvsfólkini valt Elina Winther Poulsen sum starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

John Johannessen er valdur sum varaumboð hjá starvsfólkunum í Kringvarpinum í Kringvarpsstýrinum.

 

Áttu at havt nýval

Tá fólk gevast í stýrinum, eigur nýval at vera, tí annars hevur varafólkið, sum fer í stýrið, einki varafólk.

Hetta hendi ikki í Kringvarpinum, sigur løgmaður.

Tí tók varafólkið hjá stýrisforkvinnuni, sum eisini er kvinna, ikki við, tá stýrisforkvinna gavst í summar.

Men nýggjur stýrisformaður var valdur.

 

Breyt javnstøðulógina

Javnstøðunevndin sigur annars, at Jenis av Rana, landsstýrismaður, breyt javnstøðulógina, tá hann setti ein mann í Kringvarpsstýrið í staðin fyri eina kvinnu, so tá vóru fimm menn og tvær kvinnur í stýrinum.

Tað sigur Javnstøðunevndin í skrivi til løgmann um ummælið, sum hann fekk frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum um avgerðina hjá Jenisi av Rana at seta Símun Jóannesarson Hansen sum formann í kringvarpsstýrinum, tá ið Elin Winther Poulsen segði seg frá sum forkvinna.

Landsstýrismaðurin er biðin um at fáa lógarbrotið rættað innan tvær vikur. Tað er í seinasta lagi 20.september.

Jenis av Rana sigur, at hansara ráðgevarar ikki eru samdir við niðurstøðuna hjá Javnstøðunevndini.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at málið kann tulkast á ymsan hátt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483